Legal
Almennir Treytir
Almennir treytir fyri veiting av starvsfólki
General Conditions for Staffing Services
Galdandi frá: mars 2026 | Útgáva: 1.0
Hesar Almennu Treytir galda fyri allar veitingar av starvsfólki frá STERK. Treytirnar eru ein partur av øllum samstarvsavtalum og Prísir-skjølum, sum verða undirskrivað millum STERK og kundan.
Hesar Almennu Treytir ("Treytirnar") eru galdandi fyri alt samstarv millum ÍVF STERK ("STERK" ella "Vikarfyritøkan") og kundan ("Brúkarafyritøkan"), sum undirskrivar eitt Prísir-skjal við STERK. Við at undirskriva Prísir-skjalið, góðtekur Brúkarafyritøkan hesar treytir.
Treytirnar eru ávístar í Prísir-skjalinum og eru bindandi fyri báðar partar.
Galdandi útgáva av hesum treytum er altíð tann útgávan, sum er tøk á sterk.fo/treytir.
§ 1 Týðingar
- 1.1 "Vikarfyritøkan" er ÍVF STERK, Skrás-nr. 8240, Garðavegur 57, 700 Klaksvík.
- 1.2 "Brúkarafyritøkan" er kundin, sum hevur undirskrivað Prísir-skjal við STERK.
- 1.3 "Starvsfólk" eru teir, sum STERK veitir at arbeiða hjá Brúkarafyritøkuni.
- 1.4 "Prísir-skjal" er tann undirskrivaða avtalan, ið ásetur flat-rate tímaprísirnar og arbeiðsskipanina.
§ 2 Skyldur og Ábyrgd
STERK hevur ábyrgd av:
- 2.1 Løn, skattur, sosial gjøld og allir lønarútreiðslur sambært galdandi kollektivu avtalu.
- 2.2 Arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og at tryggja at øll lógarlig krøv eru uppfylt.
- 2.3 Bústaður, møblering og reingerð.
- 2.4 Ferðing (rotasjón): Flogferðir og Airport-shuttle.
- 2.5 Arbeiðsklæði og skógvar.
- 2.6 Tryggingar: arbeiðsskaða, ferða, lívs og brásjúkratrygging.
- 2.7 Rekruttering, umsiting og øll daglig handfaring av starvsfólki uttanfyri arbeiðsplássið.
- 2.8 Útskiftingartrygd: STERK tryggjar at senda nýtt starvsfólk, um veitt starvsfólk ikki uppfyllir krøv, innan rímiliga tíðarfreist.
- 2.9 STERK hevur rætt at umskipa ella skifta starvsfólk millum Brúkarafyritøkur, um tað er neyðugt fyri rakstur ella um likaverdugt starvsfólk verður veitt í staðin. STERK boðar Brúkarafyritøkuni frá áðrenn og tryggjar at nýggja starvsfólkið hevur samanberuligan førleika og royndarstig.
Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av:
- 2.10 Leiðslu og vegleiðing á arbeiðsplássinum. Starvsfólkið arbeiðir undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni.
- 2.11 Eitt trygt arbeiðsumhvørvi og at virða galdandi sáttmálar og reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
- 2.12 Útvéga neyðug amboð, trygdarbrillur, oyravernd og trygdahjálmar.
- 2.13 At upplýsa STERK um øll viðkomandi setanarviðurskifti áðrenn starvsbyrjan.
§ 3 Prísir og Fakturering
- 3.1 Flat-rate tímaprísirnir pr. starvsfólk eru ásettir í Prísir-skjalinum. Prísirnir fevna um allan kostnað innan avtalaðu arbeiðsskipanina.
- 3.2 Tímar uttanfyri avtalaðu arbeiðsskipanina (t.d. yvir 60 tímar/viku) verða faktureraðir við lønarkostnaðinum: tímaløn sambært kollektivu avtalu + lønarkostnaðarprosentur (sosial gjøld). Hesir tímar verða serliga útgreinaðir á fakturanum.
- 3.3 Um starvsfólkini skipanarliga arbeiða meira ella ørvísi enn avtalað, verður hetta tikið upp kvartalvíst og flat-rate prísirnir justeraðir.
- 3.4 Fakturering fer fram aðru hvørju viku, grundað á góðkendar arbeiðstímar. Tímaskráseting skal sendast seinast mánadag kl. 12:00 fyri seinastu tvær vikurnar.
- 3.5 Allir fakturar skulu gjaldast innan 7 dagar frá móttøku. Seinkað gjald kann føra til rentu á 1,5% pr. byrjaðan mánaðan og/ella steðg í tænastuveiting.
- 3.6 STERK kann broyta flat-rate prísirnir við 30 dagar skrivligari fráboðan, við at senda nýtt Prísir-skjal. Prísbroytingar kunnu grundast á kollektivu sáttmálanum, lóggávu ella aðrar eksternar broytingar.
§ 4 Sjúkrafrávera
- 4.1 Almannaverkið fakturerar STERK fyri sjúkradagpening (1.–5. fráverudag). STERK fakturerar síðani Brúkarafyritøkuna fyri hesar útreiðslur, og viðheftir fakturan frá Almannaverkinum sum skjalprógv.
§ 5 Minsta Samstarvstíð
- 5.1 Minsta samstarvstíðin fyri hvørt starvsfólk er 3 mánaðir. Um Brúkarafyritøkan endar samstarvið við eitt starvsfólk áðrenn 3 mánaðir eru liðnir, rindar Brúkarafyritøkan eitt gjald á DKK 10.000 pr. starvsfólk til at dekka upphaldskostnað (rekruttering, ferðing, innskrívingar).
- 5.2 Gjaldið er galdandi óansæð orsøkini fyri endanum á samstarvinum, uttan so at STERK sjálvt endar samstarvið.
§ 6 Depositum
- 6.1 STERK kann krevja depositum frá Brúkarafyritøkuni sum trygging fyri gjaldingar, um STERK metir tað neyðugt. Depositumupphæddin verður ásett av STERK á grundarlagi av metingum av mánaðarligum arbeiðarakostnaði (løn, bústaður, tryggingar, arbeiðsklæði o.a.) og verður lýst í Prísir-skjalinum.
- 6.2 Depositumið skal rindast áðrenn veiting byrjar. STERK kann brúka depositumið til at dekka útistaðandi fakturar eftir 3 rykkjarar, við skrivligari fráboðan. STERK skal senda yvirlit yvir avdrátt frá deposituminum.
- 6.3 Tá samstarvið steðgar, sendir STERK skrivliga uppgerð av deposituminum, har útistaðandi krøv, t.e. útistaðandi gjøld verða drigin frá. Restupphaldið verður flutt til Brúkarafyritøkuna innan 30 dagar frá uppgerðini.
- 6.4 Depositumið verður justerað samsvarandi um talið av starvsfólkum broytist.
§ 7 Arbeiðsbíl
- 7.1 Arbeiðsbíl er kravdur. Brúkarafyritøkan kann útvega arbeiðsbíl sjálv, ella STERK kann útvega arbeiðsbíl við kostnaði ásett í Prísir-skjalinum.
§ 8 Try & Hire
- 8.1 Brúkarafyritøkan kann nýta Try & Hire tænastuna eftir eina 12-vikurs royndartíð.
- 8.2 Um Brúkarafyritøkan ynskir at seta ein starvsfólk í fast starv, skal Brúkarafyritøkan boða STERK frá skrivliga í seinasta lagi 14 dagar áðrenn.
- 8.3 Try & Hire gjald: DKK 30.000 pr. starvsfólk.
- 8.4 Um Brúkarafyritøkan setir starvsfólk í fast starv beinleiðis, uttan Try & Hire, er gjaldið eisini DKK 30.000.
- 8.5 Gjøldini eru galdandi frá byrjan av veitingini og til 12 mánaðir eftir, at veitingin er steðgað.
§ 9 Uppsøgn
- 9.1 Samstarvið kann sigast upp við 3 mánaða skrivligari fráboðan til endan av einum mánaða, tó fyrst eftir 6 mánaðir.
- 9.2 Uppsøgn av veiting av einstøku starvsfólki fer fram sambært galdandi kollektivu avtalu.
- 9.3 Við munandi mishaldi kann samstarvið sigast upp, um mishaldið ikki verður rættað innan 14 dagar eftir skrivliga fráboðan.
§ 10 Krav og Fráboðan
- 10.1 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá manglar við starvsfólki ella tænastuveiting innan 5 arbeiðsdagar frá tí, at mangulin er uppdagaður.
- 10.2 Um fráboðan ikki verður send innan tíðarfrestina, missir Brúkarafyritøkan rættin til at seta krav.
- 10.3 Krav ímóti STERK má setast seinast 12 mánaðir eftir at hendinginin var. Eftir hesa tíð er kravrætturin fallin.
§ 11 Ábyrgd
- 11.1 Starvsfólk arbeiða undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni. Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av arbeiðinum og arbeiðsplássinum.
- 11.2 STERK ber ikki ábyrgd av skaðum, sum stinga seg upp í arbeiðsviðurskiftum, meðan starvsfólk arbeiða undir leiðslu hjá Brúkarafyritøkuni.
- 11.3 Um STERK, óansæð hetta, verður dømt ábyrgd, er samlaða ábyrgdin avmarkað til faktureraðu upphæddina fyri viðkomandi starvsfólk í seinasta 1 mánaðinum áðrenn hendingina.
- 11.4 STERK hevur aldrin ábyrgd av óbeinleiðis tapi, t.d. mistum vinningi, víkjandi marknaði ella fylgiskaðum.
- 11.5 Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av, at arbeiðsplássið er fevnt av galdandi ábyrgdartrygging fyri arbeiðsvirksemi.
§ 12 Force Majeure
- 12.1 Eingin partur ber ábyrgd av ófullførdum skyldum, um orsøkin er umstøður uttanfyri partins kontroll, t.d. stormveður, ferðabann, pandemiir, stríðsligar atgerðir, ella myndugleika atgerðir.
- 12.2 Parturin, sum verður ávirkaður, skal boða hinum partinum frá so skjótt sum gjørligt og gera alt rímiligt fyri at avmarka skaðan.
§ 13 Ikki-rekruttering
- 13.1 Brúkarafyritøkan má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis rekruttera, seta í starv ella á annan hátt knýta til sín starvsfólk, sum STERK hevur veitt, uttan at nýta Try & Hire tænastuna (§ 8).
- 13.2 Henda áseting er galdandi meðan samstarvið varir og í 12 mánaðir eftir, at veiting av viðkomandi starvsfólki er steðgað.
- 13.3 Brot á hesa áseting førir til gjald á DKK 30.000 fyri hvørt starvsfólk (sí § 8.4).
§ 14 Null-Toleransa
STERK hevur eina null-toleransu reglu. Brot inniber tá ið starvsfólk:
- a) nýta ólóglig rúsevni
- b) fremja harðskap ella hóttanir
- c) stjala
- d) snýta við tímaskráseting
- e) misnýta útgerð
- f) fremja grov trygdarbrot
- g) fremja diskriminering
Brot kann føra til beinleiðis uppsøgn og fíggjarliga ábyrgd hjá starvsfólkinum.
§ 15 Tryggingar
- 15.1 STERK tryggjar at øll veitt starvsfólk hava galdandi arbeiðsskaðatrygging sambært Arbeiðsskaðalógini.
- 15.2 Starvsfólk eru eisini tryggjað við ferða- og heilsutrygging (heimferð), og lívs- og brásjúkratrygging.
- 15.3 STERK kann, um kravt, veita skjalprógv um galdandi tryggingar.
§ 16 Útskiftingartrygd
- 16.1 Um veitt starvsfólk ikki uppfyllir rímilig faklig krøv ella ikki kann halda fram í starvssetan, sendir STERK nýtt starvsfólk innan rímiliga tíðarfrest.
- 16.2 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá innan 5 arbeiðsdagar (sí § 10.1).
- 16.3 Útskiftingartrygdin dekkar ikki støður, har Brúkarafyritøkan sjálv er orsøk til at starvsfólkið forðast.
§ 17 Trúnaður og Dátuvernd
- 17.1 Allar upplýsingar í samstarvinum eru trúnaðarupplýsingar og mugu ikki latast triðja parti uttan skrivligt loyvi.
- 17.2 Partarnir skulu fylgja galdandi lógum um dátuvernd (GDPR) viðvíkjandi handfaring av persónupplýsingum.
- 17.3 Trúnaðarskyldan heldur fram eftir at samstarvið er steðgað.
§ 18 Kollektiv Avtala
- 18.1 Øll lønar- og arbeiðsviðurskifti eru sambært galdandi føroysku kollektivu avtalu, sum ásett í Prísir-skjalinum.
- 18.2 Um kollektiva avtalan broytist (lóggáva, sáttmálasamráðingar), hevur STERK rætt at justera flat-rate prísirnir samsvarandi við 30 dagar fráboðan.
§ 19 Lóggáva og Rættarstaður
- 19.1 Føroyskur rættur er galdandi fyri samstarvið.
- 19.2 Ósemjur skulu fyrst roynast loystar við samráðing. Um samráðing ikki ber til, verður málið lagt fyri Føroya Rætti.
§ 20 Broytingar
- 20.1 STERK kann broyta hesar Almennu Treytir við 30 dagar skrivligari fráboðan. Nýggja útgávan verður lagd út á sterk.fo/treytir og er galdandi frá tí dato, sum er ásett.
- 20.2 Um Brúkarafyritøkan ikki samtykkir broytingarnar, kann hon siga samstarvið upp sambært § 9.
- 20.3 Prísir-skjalið kann bert broytast við gagnkvæmari skrivligari avtalu ella sambært § 3.6.
Bygt við virðing — sterk.fo/treytir